SJK Seinäjoki vann fyrsta sigurin hetta kappingarárið

Samuel Chukwudi spældi allan dystin

Samuel Chukwudi spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki vunnu fyrsta sigurin í bestu finsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Á OmaSp leikvøllinum í Seinäjoki vann SJK 3-0 á liðnum, ið hevur heimstað á Álandsoyggjunum, IFK Mariehamn.

 

Tá ein hálvur tími var farin legði Kelvin Pires SJK á odda. Sjey minuttir inn í seinna hálvleik Kasper Paananen til 2-0, og beint undan dystarloki staðfesti Jeremiah Streng sigurin.

 

Samuel spældi allan dystin, og frá Soccerstand/Flashscore fær hann karakterin 7,3 (av 10 møguligum). 

 

SJK hevur trý stig fyri tveir dystir. 

 

Komandi týsdag klokkan 16 spælir SJK dyst á útivølli í finsku steypakappingini móti HAPK, ið spælir í triðbestu deildini.