Sjeyndi sigurin til Hákun og liðfelagarnir í European League

Skanderborg Århus hevur vunnið sjey av níggju dystum í bólki D í EHF European League

Hákun West á Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus tóku í kvøld móti portugisiska liðnum, Aguas Santas í bólki D í EHF European League.

 

Skanderborg Århus vann dystin rættiliga greitt 33-26. Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 16-11.

 

Hákun skoraði trý mál fyri Skanderborg Århus í kvøld.

 

Skanderborg Århus hevur vunnið sjey av níggju dystum í bólki D. Skandeborg Århus hevur bara tapt báðar dystirnar móti greiða týska oddaliðnum, Füchse Berlin, ið verður liðið Hákun fer at spæla við komandi summar.

 

Hákun og liðfelagarnir eru nummar tvey í bólkinum við 14 stigum, og hava tryggjað sær annað plássið í bólkinum, ið merkir, at liðið skal møta einum tríara úr einum øðrum bólki í áttandapartsfinalunum. 

 

Komandi týskvøld klokkan 19.45 spælir Skanderborg Århus seinasta bólkin í bólki D á útivølli móti spanska liðnum, Bidasoa Irun.