Sjeyburar í Egyptalandi

Tann 72 ára gamla egyptiska kvinnan Ghazala Khamis hevur fingið sjeyburar. Hon fekk fýra dreingir og tvær gentur. Børnini vórðu tikin við keisaraskurði ein mánað fyri ta ásettu tíðina og hava verið í kuvøsu síðina. Frammanundan eiga Ghazala Khamis og maðurin tríggjar døtur. Tað er ikki á hvørjum degi, at sjeyburar koma í heimin, og í Egyptalandi hevur hendingin eisinin vakt ans. Eitt nú hevur stjórnin lovað mammuni mjólk og blæður til tey fimm børnini tey bæði næstu árini.