Minkandi byggivirksemi hevur við sær, at Landsverk noyðist at siga sjey fólkum úr starvi Eftirspurningurin í samfelagnum eftir byggitilfari og asfalti er minkaður so nógv, at Landsverk noyðist at siga sjey fólkum, sum arbeiða í grótbrotinum á Hústoft í Eysturoynni og í grótbrotinum í Porkeri, úr starvi.
Tað skrivar stovnurin á heimasíðu síni.
Sagt verður, at stígurin í samfelagsbúskapinum og minkaða virksemið í byggivinnuni merkist nú av álvara í tí partinum av Landsverki, sum framleiðir skerv og grót til byggivinnuna.
Seinastu mánaðirnar er virksemið í grótbrotunum á Hústoft á Lambareiði og í Porkeri minkað so nógv, at Landsverk hevur einki annað val enn at siga sjey starvsfólkum úr starvi. Tvey av teimum arbeiða í grótbrotinum í Porkeri og hini fimm hava verið knýtt at grótbrotinum á Hústoft.
Tey uppsøgdu fingu handað ætlanarskriv um uppsagnirnar fyrrapartin. Aftaná varð avgerðin kunngjørd fyri starvsfólkunum á Landsverki, stendur á heimasíðuni.