Uppsagnir
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Stígurin í samfelagsbúskapinum og minkaða virksemið í byggivinnuni merkist nú av álvara í tí partinum av Landsverki, sum framleiðir skerv og grót til byggivinnuna.
Seinastu mánaðirnar er virksemið í grótbrotunum á Hústoft á Lambareiði og í Porkeri minkað so nógv, at Landsverk hevur einki annað val enn at siga sjey starvsfólkum úr starvi. Tvey av teimum arbeiða í grótbrotinum í Porkeri og hini fimm hava verið knýtt at grótbrotinum á Hústoft.
Tey uppsøgdu fingu handað ætlanarskriv um uppsagnirnar fyrrapartin. Aftaná varð avgerðin kunngjørd fyri starvsfólkunum á Landsverki.
Framleiðslan minkað 66 prosent
Landsverk merkir av álvara afturgongdina í byggivinnuni. Hagtølini yvir framleiðsluna av gróti og skervi vísa hvussu álvarsom støðan er.
Virksemið í grótbrotunum hjá Landsverki er minkað sera nógv. Til dømis framleiddu grótbrotini 49.000 tons av gróti og skervi til byggitilfar og asfaltframleiðslu í mai mánað í fjør. Til sammetingar var framleiðslan bert 16.600 tons í mai mánað í ár. Hetta svarar til eina minking á omanfyri 66 prosent.
Suðuroy hart rakt
Av tí at virksemið er minkað so nógv noyðist Landsverk at siga sjey starvsfólkum úr starvi. Uppsagnirnar koma bert fýra mánaðir eftir, at neyðugt var at siga fimm starvsfólkum í grótbrotinum í Suðri úr starv, tí at asfaltframleiðslan var minkað so nógv.
Nú eru so tvey starvsfólk afturat uppsøgd í Suðuroy, og er samlaða talið á føstum størvum hjá Landsverk, sum eru niðurløgd í Suðuroy, sostatt komið upp á sjey fólk.
At Suðuroy er so hart rakt, hongur helst saman við at kommunurnar í oynni eru hart sperdar fíggjarliga, og ikki hava nógvan pening til íløgur yvirhøvur.
Nógv størri afturgongd enn væntað
-Vit harmast um gongdina, men mugu bara ásanna, at virksemið í grótbrotunum er minkað nógv meira enn vit høvdu væntað fyrr í ár, sigur Torkil Olsen, deildarleiðari á Framleiðsludeildini hjá Landsverki.
-Í vetur var tað minkandi asfaltframleiðslan, sum var atvoldin. Hesaferð er tað eftirspurningurin í byggivinnuni eftir gróti og skervi, sum er fallin niður í botn og hevur tikið grundarlagið undir størvunum í teimum báðum grótbrotunum, sigur Torkil Olsen.
Tað eru bæði kommunurnar og teir privatu keypararnir, sum ikki longur keypa skerv og grót frá Landsverki í sama mun sum fyrr.