Skála og ÍF hava leikt sínar tríggjar innanhýsis dystir í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.
Skála vann tveir teprar sigrar og triði dysturin endaði við einum málríkum 3-3 javnleiki.
Í báðum eittmálstapunum fyri Skála gjørdi ÍF sjálvmál, so vóru marginalarnir blíðir við fuglfirðingar kundu teir havt tríggjar javnleikir móti Skála hetta kappingarárið.
Sostatt var úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum sjey stig til Skála og eitt stig til ÍF.
Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum var 8-6 til Skála.
ÍF-Skála 1-2 (0-2) - 5. mai
0-1: Karl Johansen, br (26.)
0-2: sjálvmál (38.)
1-2: Elvio Germini (94.)
Skála-ÍF 3-2 (2-0) - 1. juni
1-0: sjálvmál (13.)
2-0: Carlos Ferreira (18.)
2-1: Jhon Mena (49.)
2-2: Uros Stojanov (71.)
3-2: Markus Isaksen (85.)
Skála-ÍF 3-3 (2-1) - 23. august
1-0: Maxwell Michael Effiom (8.)
2-0: Maxwell Michael Effiom (24.)
2-1: Peter Ullum (42.)
2-2: Uros Stojanov (54.)
3-2: Maxwell Michael Effiom (71.)
3-3: Peter Ullum (83.)
Kelda: FaroeSoccer.