Í Svøríki stúra tey fyri, at ein sjey ára gomul genta er vorðin rænd av pápa sínum, og stórt løgregluátak er bæði í Stokkhólmi og Uppsala í hesum sambandi. Sambært Aftonbladet eru fleiri vápnað løgreglufólk við í átøkunum.
Svenskir miðlar skriva, at mamman til gentuna varð álopin og blakað í ein vørubil saman við pápanum til sjey ára gomlu gentuna. Dóttirin, sum hesa løtu var saman við mammu síni, varð koyrd í ein annan bil, sum ein maður fór avstað við.
Sambært Aftonbladet vóru fleiri vápnaðir menn við í ráninum av gentuni. Tað eydnaðist mammuni at rýma úr vørubilinum og boða løgregluni frá. Løgreglan setti beinanvegin leiting í verk eftir pápanum, sum er av sýriskum uppruna.
Svenski tíðindamiðilin Expressen skrivar, at pápi til gentuna er handtikin. Miðilin skrivar, at pápin hevði brúkt telefonina hjá beiggja mammuni at skipa fyri, at tey hittust. Tá mamman og gentan so møttu, vórðu tey álopin og tikin í bilarnar.
Svenskir miðlar skriva, at hin sjey ára gamla gentan framvegis er burtur og teir, sum hava rænt hana, eru framvegis leysir. Svenska løgreglan vil ikki gera viðmerkingar til málið í løtuni. Sýriski pápin hevur áður verið í klórnum á løgregluni, verður lagt aftrat.