Sjey ráðharrar eru ikki í fólkakirkjuni

Sjey av ráðharrunum í donsku stjórnini eru ikki limir í fólkakirkjuni. Tað skrivar Ekstrablaðið í dag.

-Hjá mær er tað ein persónlig avgerð. Eg trúgvi ikki upp á Guð, og eg haldi ikki, at ein eigur at vera limur í fólkakirkjuni, tá ein ikki trýr upp á Guð, sigur verjumálaráðharrin, Nick Hækkerup.

Ekstrablaðið skrivar, at í teirri borgarligu stjórnini, sum sat undan hesari, var tað bara ein ráðharri, sum ikki var limur í fólkakirkjuni.

Teir sjey ráðharrarnir, sum ikki eru limir í fólkakirkjuni, eru mentamálaráðharrin Uffe Elbæk, barna- og skúlamálaráðharrin Christine Antorini, heilsumálaráðharrin Astrid Kragh, almannamálaráðharrin Karen Hækkerup (myndin), verjumálaráðharrin Nick Hækkerup, vinnumálaráðharrin Ole Sohn og fíggjarmálaráðharrin Bjarne Corydon. Sum tann einasti ráðharrin í stjórnini vildi Margrethe Vestager ikki siga Ekstrablaðnum, um hon er limur í fólkakirjuni ella ikki.