Róðrarsamband Føroya skipaði leygardagin fyri úttøkukapping til HM í inniróðri í Boston seinni í ár. Undan kappingini hevði RSF sett eina kravtíð á, sum svaraði til at rógvarin skuldi rógva seg millum 25 teir fremstu sambært tíðunum til seinasta HM. Rógvararnir, ið kvalifiseraðu seg, sleppa til HM í Boston 19. februar, har Martin Simonsen og Paula Eikhólm eru við sum ferðaleiðarar.
Rógvararnir, ið kvalifiseraðu seg til kappingina, gjørdust hesir:
Sverri Sandberg Nielsen við tíðini 6.02.2 U23
Hallur Nattestad við tíðini 6.47.0 Junior Men Light
Dánjal Martin Hofgaard við tíðini 6.19.3 U23 Light
Annetta C. Eidesgaard við tíðini 7.14.3 U23
Sarita Kristina Hansen við tíðini 7.43.6 Open Women Light
Jógvan Sofus Vilhelmsen við tíðini 6.20.5 Master 30-39 Heavy
Øssur Hansen við tíðini 6.52.8 Master 30-39 Light










