Sjey píl-upp

Jóannes Eidesgaard, Pedagogskúlin, Pizza Aage, Sjónvarp Føroya, Katja K, Verthúsið, Friðarbogin og Mentamálaráðið eru millum útvaldu offrini á Ólavsøkukabarettini í ár. Kabarettin er í ár ikki fyri sartar sálir, og samanumtikið er talan um eina kabarett við hampuligum sketsjum við onkrum glottum inn í millum

Mánakvøldið varð Ólavsøkukabarettin 2004 frumframførd. Heilt fitt av fólki høvdu leitað sær oman í Sjónleikarhúsið hetta kvøldið, men salurin var ikki heilt fultsettur.
Fimm ungir sjónleikarar trinu á pallin við eini røð av sketsjum, sum eru valdar frá árinum, ið fór.
Flestu skotini fáa Pedagogskúlin, Sjónvarp Føroya og Vertshúsið. Pedagogskúlin gerst á ein ella annan hátt ein reyður tráður ígjøgnum alla kabarettina.

Stuttar
Sjálvt um allar sketsjurnar ikki eru líka góðar, so eiga sjónleikararnir rós uppiborið fyri at halda tær hampuliga stuttar. Ikki fyrr enn beint fram ímóti endanum er ein sketsj, sum kanska kann tykjast í so long, men sum heild, eru tær stuttar og skiftini millum tvær sketsjur gongur skjótt og lætt fyri seg.
Sum sagt, so eru allar sketsjurnar ikki líka góðar. Gjøgnumgangandi fyri tær flestu er, at tær hava hug at vera eitt sindur perversar. Tað er ikki heilt frítt, at okkurt fúlt hevur hug at sníkja seg inn í nærum hvørja sketsju.

Tær bestu
Sjálvt um allar sketsjurnar kanska ikki eru so væl gjøgnumhugsaðar, og viðhvørt lata ein sita eftir við fleiri spurningum, so eru nakrir glottar inn ímillum. Tað eru eisini teir, sum gera kabarettina verda at hyggja eftir.
Og sigast skal, at tá sketsjurnar so eru góðar, so eru tær veruliga góðar. Fyri ikki at avdúka ov nógv, so kann millum annað nevnast tann um Mentamálaráðið, har tríggir av leikarunum eitt-tvey-trí-va í ein fittan sang. Pizza-Aage, sum skjýtur fraklendingar og Sunleif Rasmussen, sum hevur kompenerað eitt nýtt verk.
Tað ber ikki til at vera sartur og fara á ólavsøkukabarett, tí kabarettin í ár er ikki fyri sartar sálir. Onki verður goymt, og tað kemur meira enn so fyri, at leikararnir eru at síggja í so lítið av klæðum sum gjørligt.
Onkursvegna vantar kabarettini veruligan substans. Hon er til tíðir stuttlig, men sum heild kann hon tykjast eitt sindur ullint og grá. Tað er tó heldur ikki soleiðis, at ein situr og geispar, men innihaldið kann av og á tykjast eitt sindur ov tunt.
Sum leikararnir høvdu lovað undan kabarettini, so var nógvur sangur við í ár, og hetta eydnast teimum eisini væl. Tó kann eitt hjartasuff vera, at viðhvørt kann tónleikurin yvirdoyva sjálvan sangin, og tá missir sangurin nakað.
Samanumtikið er talan um eina kabarett, sum ummælarin eftir 13-skalanum gevur eitt sjeytal við einum lítlum píli uppeftir. Tá kabarettin toppar svingar talið seg upp ímóti 10-11, og tá hon er knapt so góð liggur tað um fimm. Men sum so mangan áður er tikið til: Ongin ólavsøka uttan Ólavsøkukabarettina.