Fríggjadagin var hátíðarhald á Tekniska Skúla í Klaksvík í sambandi við, at sjey timburmenn vóru lidnir við sveinaroyndina.
Tað serliga hesa ferð er, at hetta er fyrsti flokkurin, sum er útbúgvin eftir nýggju námsskipanini, har sveinaroyndin er broytt og meiri umfatandi, sigur Tekniski Skúlin í Klaksvík.
Hesin flokkurin hevur roynt seg við ymsum verkætlanum kring landið og við sera góðum miðalavrikið upp á 9,5 í sveinaroyndini.
Teir sjey, nýlærdu timburmenninir eru, frá vinstru, Jákup Zacharias Davidsen, Glyvrar, sum hevur lært hjá TN-Bygging, Olaf Gærdum Funderud, Strendur, sum lærdi hjá Norðsetur, Páll Andrasson Klettskarð, Klaksvík, sum lærdi hjá Kanjon, Rógvi Larsen, Lamba, sum lærdi hjá TN-Bygging, Niklas Poulsen, Toftir, sum lærdi hjá Byggivirkinum KBH, Mads Nesá, Nes, sum lærdi hjá Byggivirkinum KBH og Sørmundur Árni Kalsø, Klaksvík, sum lærdi hjá Kanjon.