Sjey nýggj partafeløg

Sjey nýggj partafeløg eru stovnaði sambært partafelagsskránni. Harumframt eru nakrir nýggir stjórar settir.

Sjey nýggj partafeløg eru stovnaði sambært partafelagsskránni. Tað skrivar Business Line.

Sp/f Adam hjá Jens Nolsøe Dam skal reka handil og annað virksemi. 

Sp/f JDMotor hjá Jón í Dali skal millum annað selja og umvæla motorar og bátar.

Sp/f nav2day hjá Tom Vinther skal reka handil og annað virksemi.

Sp/f Rókin Grønland, sum er eitt dóttirfelag hjá Sp/f Rókini. Endamálið er at ráðgeva og reka handil.

Sp/f Matr. nr 1326 hjá Fróða Sigvardsen skal gera íløgur og reka handil.

Sp/f Ráðtek hjá Leif Johannesen skal veita ráðgeving og verkætlanarleiðslu.

Sp/f K N Nattestad hjá Kjeld Nattestad skal gera handverk og matstovuvirksemi.

Annars er Jørmann Petersen vorðin stjóri í Sp/f Numo, meðan Símun Absalonsen er vorðin nevndarformaður.

 

Les alla partafelagsskránna her