Volkswagen og Mercedes-Benz eru yndisbilar hjá løgregluni í Føroyum.
Tað kann staðfestast út frá hagtølinum hjá Akstovuni, sum siga, at í fjør vórðu skrásettir sjey nýggir politibilar.
Av teimum vóru fýra Volkswagen – tveir Volkswagen Passat, ein Volkswagen Golf og ein Volkswagen Polo.
Hinir tríggir vóru slagnum Mercedes-Benz. Tveir teirra vóru av slagnum Mercedes-Benz B180CDI, meðan ein var av slagnum Mercedes-Benz Sprinter.











