Sjey milliónir í menningarhjálp til fremmand lond meðan sálarsjúk ongan bústað hava?

Svenning av Lofti
Næstformaður í Sinnisbata

Meðan tíggjutals av okkara sálarsjúku medborgarum eru noyddir at búgva á sálarsjúkrahúsi ár eftir ár, tí okkara politikkarar ikki vilja játtað nógv mikið av peningi til bústaðir til sálarsjúk, tykist vera í lagi at lata 7 dýrabarar milliónir út av landinum.
Sambært Dimmalætting hósdagin 22. apríl hevur Jóannes Eidesgaard løgmaður lagt fram frágreiðing um altjóða menningarpolitikk í Føroyum tann 20. apríl. Hann helt at Føroyar kundu lata 10% í menningarhjálp, sum svarar til umleið 7 milliónir.
Mín meingin er, at so leingi sum tíggjutals yngri og eldri føroyingar ongan annan bústað hava uttan eitt kamar á psykiastrisku deild í Havn, við einari song, borði og stóli, sum einasta innbúgv er tað púra burturvið at økja menningarhjálpina við umleið 7 milliónum. Í summum førum eru fleiri á sama kamari, við ongum privatlívi.
Hví er tað nú knappliga so liðiligt at játta sjey milliónirnar til fremmand fólk, tá ið tað er ómøguligt at fáa meiri enn 4 milliónir á uppskotinum til nýggju fíggjarlógina til okkara heimleysu sálarsjúku?
Hví skulu tey sálarsjúku niðurprioriterast ferð eftir ferð á fíggjarlógini?
Heldur skuldu hesar sjey milliónirnar farið til tey sálarsjúku, sum ár eftir ár hava búð á sjúkrahúsi, tí tað almenna Føroyar niðurprioriterar tey við at siga, at tað er ikki meiri peningur til taks til tey sálarsjúku enn tær 4 milliónirnar, sum er settar av.
Peningur er til í landinum.
Tað er politiskur vilji sum tørvar.
Eg havi einki ímóti at vit hjálpa eftir førimuni, eisini út um landoddarnar. Men eg mótmæli at vit lata pening til onnur tá ið vit ikki kunnu veita okkara egnu sálarsjúku borgarum sømilig og verdugt lív. Kor teirra sálarsjúku eru óverdug og skammilig fyri okkara samfelag og okkara politikkarar.
Lat hasar umrøddu sjey milliónirnar (og fleiri) heldur fara til tey sálarsjúku. Tey menningartarnaðu og onnur, ið bera brek, eru eisini sera illa fyri og tørva eisini størri játtan.