Sjey leiguíbúðir verða nú bygdar í Streymnesi

- Íbúðirnar, sum fara at hava køk og stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm, verða klárar at taka í brúk í 2024.

Byggifelagið Norðhús og Seve eru í holt við at byggja sjey íbúðir fyri Bústaðir í Heinagerði í Streymnesi.

 

Talan er um bygging í einari hædd - og í einari lon.

 

- Íbúðirnar verða umleið 77 fermetrar til støddar og fara at hava køk og stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm.

 

Tað siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at til hvørja íbúð verður eisini úthús og terassa.

 

- Íbúðirnar verða hitaðar við jarðhita, og her verða góð parkeringsviðurskifti á økinum.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at leiguíbúðirnar í Streymnesi verða klárar at taka í brúk í 2024.

 

##med2##