Á býráðsfundi í mai í 2023 samtykti býráðið í Sunda kommunu at geva Bústaðum loyvi at byggja sjey íbúðir í Streymnesi.
- Talan er um eina verkætlan, ið eg sum býráðslimur í Sunda kommunu og borgari í Streymnesi við spenningi havi sæð fram til, tí talan er um fyrstu íbúðarverkætlan av hesum slag í heimbygdini.
Soleiðis skrivar Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri í Sunda kommunu á sínum Facebook-vanga í morgun. Hann visir á, at nú eitt ár eftir samtyktina í býráðnum, standa íbúðirnar lidnar - men eisini tómar.
- Eg ringdi til Bústaðir í farnu viku og spurdi, nær fólk kundu væntast flyta inn í grannalagið hjá okkum. Svarið var, at tey høvdu verið gjøgnum øll fólkini á bíðilistanum, fleiri enn 250 fólk, men eingin áhugi var at leiga íbúðirnar, og tí stendur verkætlanin í løtuni í einari bíðistøðu.
Varaborgarstjórin heldur, at hetta er so langt burtur frá veruleikanum, sum til ber at koma, tí sanniliga er áhugi frá fólki at leiga íbúðirnar í Streymnesi.
- Her er heilt fantastiskt at vera, men máti skal vera við. Ein tvey kamars íbúð kostar 10.990 krónur, pluss 500 krónur í hita, umframt Sev-rokningina um mánaðin. Altso 11.500-12.000 krónur um mánaðin fyri eina íbúð í Streymnesi frá almennu Bústaðum
Eyðstein Zachariasen vísir á, at sambært yvirlitinum á heimasíðuni hjá Bústaðum eru íbúðirnar í Streymnesi dýrari enn allar íbúðirnar, sum Bústaðir eiga í Havn.
- Hvat er so endamálið hjá Bústaðum? At byggja íbúðir, ið eingin hevur ráð til at búgva í?
##med2##
Varaborgarstjórin sigur, at í løtuni situr hann við kensluni av, at tað kanska var betur, um Bústaðir ongantíð fingu loyvi at byggja tær sjey íbúðirnar, og hetta heldur hann vera sera harmiligt.
Hann vísir á, at nógv hava ført fram alment, at privatar fyritøkur ikki skulu stuðlast fíggjarliga av tí almenna til at byggja íbúðir, tí privatar fyritøkur bara byggja við vinningi fyri eygað, men eitt er heilt vist, sigur hann og leggur aftrat.
- Privatar byggifyritøkur høvdu uttan iva kunnað hildið byggikostnaðin væl lægri og leigað út væl bíligari út enn hetta, og kortini høvdu tær vunnið pening.
Eyðstein Zachariasen heldur fyri, at vónandi játtar løgtingið ikki eina einastu krónu meira til Bústaðir, soleiðis sum felagið verður rikið í dag.
- Skil má fáast á framtíðarætlanir fyri almenna Bústaðir alt fyri eitt, áðrenn meira bygging fer í gongd, sigur varaborgarstjórin í Sunda kommunu á sínum Facebook-vanga í morgun.












