Millum málsetningarnar hjá FC Amager er eisini menning av føroyskum spælarum. Felagið hevur í dag sáttmála við Hans Jørgensen, Erling Jacobsen og Páll Klettskarð, men helst verður talan um munandi fleiri enn hetta. – Um trý ár skulu vit hava fýra føroyskarar landsliðsspælarar, og um sjey ár skal talið verða sjey. Enn eru vit komnir stutt ávegis, men eg ivist ikki í, at teir tríggir, sum vit hava í hópinum nú, banka serstakliga hart á landsliðsdyrnar, áðrenn trý ár eru liðin, sigur Todi Jónsson.