Leygarnáttina fall størsti einstaki vinningur í søgu USA, tá drátturin í MegaMillions var heilar 312 milliónir dollarar, svarandi til 1,7 milliardir krónur. Nógv bendir á, at tað verða fleiri, sum fáa gleði av teimum 1,7 milliardunum krónur, sum vinningurin er. Seðilin er ikki latin inn enn, men sambært fleiri stórum amerikanskum miðlum ? eitt nú CNN ? er tað eitt lottofelag við sjey limum, sum hevur vunnið stóra vinningin.
Allir eru IT-arbeiðarar fyri statin New York og soleiðis púra vanlig fólk. Lottoseðilin varð keyptur í einari kiosk í upstate New York ? í høvuðsstaðnum Albany. Fleiri miðlar gita, at teir hepnu vinnararnir standa fram í miðlunum fyrst í hesari vikuni.
Men áðrenn vinnaraseðilin verður latin inn skulu teir sjey fyrst vinna út av, hvussu teir vilja hava peningin útgoldnan. Í USA er skatturin ikki drigin frá framman undan, eins og stóri vinningurin verður útgoldin í 30 ratum yvir 29 ár.
Til ber eisini at fáa alt útgoldið í einum, men tá verður skattur og avgjald drigið frá, so teir »bert« fáa 203 milliónir dollarar ella 1,075 milliardir krónur. Men sjálvt býtt í sjey skuldi tað verið nóg mikið til eitt hampiligt lív.