Sjarmerandi byrjan á Summarfestivalin

Grandma?s Basement áttu sum ivaleyst yngsti bólkur á Summarfestivalinum heiðurin at lata festivalin upp. Hetta gjørdu teir eitt sindur trilvandi og øgiliga sjarmerandi. Flagsteltið var rættilgia tómt, tá bólkurin væl og virðiliga merktur av nervum fór á pallin.

 

Stílmessiga var bolkurnin sera leitandi. Teir løgdu fyri við lagnum ?Dansurin?, ið fyrst og fremst sermerkti seg við at vera langt. hóast tankarnir vóru leiddir til punkrokk tað fyrstu løtuna, so gjørdist skjótt greitt, at tað einasta punkutta við bólkinum var tey óruddiligu arrangementini, tað til tíðir nakað óskipaða spæli og so seinasta lagið Smells Like Teen Spirit hjá Nirvana.

 

Bólkurin hevur seinastu tíðina verið nakað at hoyrt við lagnum ?Bangna beistið? og hetta var uttan iva tað lagið, ið riggaði best hjá unga klaksvíksbólkinum. Lagið leiður eins og eitt annað lag hjá teimum ?Getse? tankarnar til Dynamit og í ?Getse? í ein ávísan mun eisini til P.S. Onnur løg vóru heilt øðrvísi, sum larmirokk lagið ?Wake Me Up?, Aria kenda lagið ?Minnini? umframt lániløgini ?Good enough? hjá Jens Marna og ?Time After Time? hjá Cindy Lauper. Stutt sagt ein stórt bland av nógvum ymiskum.

 

Bólkurin hevur í sangaranum ein sera sterkan oddamann, hóast røddin enn er nakað merkt av at vera ópolerað og óroynd, so eru gávirnar eyðsýndar. Við tiðini kunnu hann og bólkurin gerast sera spennandi.

 

Basement er ein nýggjur bólkur, og framførslan var merkt av hesum. Rútmu parturin virkaði dekan ov primitivur og fleiri av limunum sóu beinleiðis fjálturstungnir út.