Eftir smáar 22 mánaðir í landsstýrinum fyrireikar Kári P. Højgaard seg til eitt nýtt lív í andstøðu.
Fyrrapartin var nú fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum í Tinganesi fyri seinastu ferð í hesum umfari.
Hann fór fyrst út at heilsa uppá løgmann og landsstýrisfólkini, sum í morgun eru savnað til landsstýrisfund.
Síðani gekk leiðin í Innlendismálaráðið, bæði fyri at rudda skrivstovuna og heilsa uppá starvsfólkini har.
Samstundis tykist greitt, at Sjálvstýrisflokkurin setir ongan annan persón í landsstýrissessin í Innlendismálaráðnum.
- Sjálvstýrisflokkurin fylti eftir øllum at døma so nógv í tunnilsmálinum, at løgmaður valdi at koyra formann floksins til hús. Nú hevur løgmaður sjálvur tikið føraratroyggjuna í hesum málinum. So mítt tilmæli til flokkin er, at vit fara í andstøðu og har frá arbeiða konstruktivt fyri teimum málum, sum flokkurin stendur fyri, sigur Kári P. Højgaard.
Formliga er tað landsnevndin hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum tekur endaliga støðu. Tað verður gjørt á fundi í bátafelagnum á Bakka á Glyvrum klokkan 17 seinnapartin.
Men tilmælið frá floksformanninum er púra greitt. Sjálvstýrisflokkurin eigur at fara í andstøðu.
Hoyr Kára P. Højgaard greiða frá avgerðini við at trýsta á pílin undir myndini.
Sí myndatema úr Innlendismálaráðnum fyrrapartin, tá Kári. P. Højgaard ruddaði skrivstovuna. TRÝST HER.