Sjálvhjálparbólkur fyri avvarðandi at fólki við sálarsjúku

Sum nakað nýtt fer Sinnisbati at skipa fyri sjálvhjálparbólkum fyri avvarðandi í vetur.

Sum nakað nýtt fer Sinnisbati at skipa fyri sjálvhjálparbólkum fyri avvarðandi í vetur.

 

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði, ráðaleys og máttleys. Eru møguliga ráðavill í mun til, hvussu tey skulu handfara tann rakta, ávíkavist tætt familja ella vinir.

 

Endamálið við sjálvhjálparbólkunum er m.a., at avvarðandi fáa møguleika at hitta onnur í somu støðu, eitt frírúm at hittast uttan fyri sjúkrahúsið og fáa góð ráð frá øðrum avvarandi og á hendan hátt fáa orku at halda áfram, sum tann stuðlandi “viðleikandi mótspælarin” hjá teirra kæru, ið gerast sálarsjúk, eitt skifti í lívinum, ella við jøvnum millumbilum.

 

Bólkarnir vera í hølunum hjá Sinnisbata, Laðabrekka 1 við Áarvegin í Tórshavn. Tað vera minst seks luttakarar í hvørjum bólki. Bólkarnir hittast átta ferðir, aðruhvørja viku. Tað er ókeypis at luttaka.

 

Byrjað verður síðst í novembur 2015. Tilmeldingarfreistin er 16. novembur 2015. Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Sinnisbata.