Hetta er ein sjálvsagdur rættur, og tí átti tað at verið púra óneyðugt at lóggivið um so sjálvsøgd rættindi, og at takka fyri at stuðla einum tílíkum uppskoti sum hesum átti eisini at verið óneyðugt, soleiðis sum Tordur J. Niclasen ger, men hann sum kennir umstøðurnar veit, at tað kann fløva, tá tøkkin kemur frá røttum stað.
Orsøkin til at kortini var farið at fyrireika eitt lógaruppskot sum staðfestu hesi rættindi í sjálvari løgtingslógini um Postverk Føroya var fyrst og fremst tann, at undirritaði kundi ikki góðtaka grundgevingarnar hjá fyrrv. landsstýrismanninum í postmálum í fjølmiðlunum, og var hetta eisini orsøkin til at undirritaði aftaná at Hendrik Old, løgtingsmaður hevði havt eina samrøðu um hesi viðurskifti við eitt blað, setti meg í samband við hann.
Tann 30. september 1997 ringdi eg hann upp, og segði frá, at undirritaði hevði ætlanir um at skriva eitt lógaruppskot sum forðaði fyri at posthúsini vóru niðurløgd, og vit vóru í felag samdir um at hetta skuldi gerast.
Hetta var so gjørt, og í samráð við Hendrik Old var gjørt av, at fáa eina so breiða undirtøku fyri uppskotinum sum gjørligt. Tað eydnaðist at fáa hesar tingmenn at leggja uppskotið fram í hesi raðfylgju: Lasse Klein, Hendrik Olsen, Tordur J. Niclasen, Signar á Brúnni, Jákup Olsen, Ingeborg Vinther og Jógvan A. Johannesen.
Bæði áðrenn, undir viðgerðini í tinginum og meðan málið var í nevnd, hevði undirritaði tætt samstarv við Jógvan I. Olsen og Hendrik Old, sum vóru heitir talsmenn fyri at varðveita posthúsini í verandi líki, og skulu vit takka, sum Tordur J. Niclasen, so beint ger, so eiga vit ikki at gloyma teirra leiklut undir viðgerðini í tinginum.
vit skulu heldur ikki gloyma teir møguleikar sum postverkið hevur fyri at økja munandi um tænastustøði, at menna um uppgávurnar við einum víðkaðum tænastustøði við t.d. útbering av posti og møguliga øktum upplatingartíðum, umframt størri kundatænastu gjøgnum postgirostovuna, serliga í bygdum har eingin peningastovur er.
Vit fara sjálvandi at fylgja væl við hvussu leikur fer fram í einum máli, og hvørji stig nýggi landsstýrismaðurin í postmálum Ivan Johannesen fer at taka í samband við lógarbroytingina, og vónandi hevur hann longu tikið stig til at tryggja umtalaðu posthús, soleiðis sum bæði lógarbroytingin og viðmerkingarnar leggja upp til.
Lasse Klein