Sjalusi-drama millum ungar dreingir mundi endað við drápi

Tað var ófatiligt, at ein ungur drongur í Havn slapp livandi frá tí, tá ið hann varð doyvdur við heilivági og ákoyrdur av einum fullum vinmanni, sum var sjalu, tí hann hevði fylgt eini gentu heim eina náttina

Tað kann vera ein ring sjúka at vera sjalu.

Men tíbetur er tað sjáldan, at tað fer so langt yvir gevind, sum tað gjørdi hjá einum ungum dreingi í Havn eina náttina herfyri.

Ta ferðina var tað bara eitt satt undur at hann ikki bleiv drápsmaður, eftir at hann royndi at doyva ein annan drong við heilivági og síðani koyrdi hann yvir við bili, sum hevnd fyri at hann hevði fylgt eini gentu heim, sum gerningsmaður sjálvur hevði hug á.

Teir vóru góðir gamlir vinmenn, báðir, gerningsmaður og offur og eitt kvøldið herfyri fóru teir at ballast, saman við nøkrum øðrum.

Út á morgunin hevði annar drongurin fylgt eini gentu heim, men hevði hann vitað, hvat var í væntu afturfyri, hevði hann uttan iva hugsað seg um einaferð afturat.

Tað vísti seg nevniliga, at vinmaðurin hevði gott eyga á hesi somu gentu.

Og tá ið hevndin kom, var hon øgilig.

Nakað seinni út á morgunin, ringdi drongurin, sum hevði gott eyga á gentuni til drongin, sum hevði fylgt henni heim og bjóðaði honum biltúr.

Við í bilinum var eisini ein annar drongur og ein genta.

Eftir at hava koyrt runt í Havnini eina løtu, koyrdu tey heim til drongin, sum ikki hevði fingið fatur á gentuni og hann fór inn eina løtu.

Og tað var tá ið hann kom út aftur, at tað hetta endaði við einum sannum drama, sum mundi kosta dronginum lívið.


Tók øgiliga hevnd

Teir koyrdu aftur runt í Havnini men meðan teir koyrdu, tvingaðu drongurin, sum var sjalu og hin drongurin, sum var komin í bilin, drongin, sum hevði fylgt gentuni heim, at eta nakrar hvítar tablettir, sum vóru knústar niður í eitt kaffifiltur.

Í rættinum fortaldi hann, at hann royndi at muta ímóti, men tað hjálpti onki og hann kendi seg so kroystan, at hann át nakrar av tablettunum.

Hóast hann spurdi, fekk hann heldur ikki at vita, hvat tað vóru fyri tablettir.

- Tað einasta, teir søgdu, var, at hetta var gott, greiddi hann frá í rættinum.

Tá ið hann hevði etið tablettirnar koyrdu teir niðan á Oyggjarvegin, har teir kravdu, at hann fór úr bilinum áleið har, sum Hotel Føroyar er.

Í fyrstuni helt hann tað vera skemt, men tá ið hann sá, at teir meintu tað í álvara, fór hann úr bilinum og fór til gongu oman ímóti Havnini.

Men tá komu hinir báðir dreingirnir eftir honum og vóru rættiliga ágangandi.

Tá fekk hann at vita, at hann skuldi blivið “knústur sundur” tí hann hevði verið nærgangandi ímóti gentuni, hann hevði fylgt heim stutt frammanundan.

Hinir báðir blivu óðari og óðari og tí helt hann til beins oman ímóti Havnini, men hinir báðir fóru aftur í bilin og koyrdu aftur beint framum hann, har teir aftur steðgaðu og komu úr bilinum.

Hann bleiv við at renna oman ímóti Havnini við hinum báðum í hølunum. Men tá ið teir ikki kláraðu at renna hann upp, fór drongurin, sum hevði hug á gentuni, í bilin, hóast hann hevði kenning, og koyrdi eftir dronginum.

Hóast hann rann heilt yvir í vegøkslina í vinstru síðu, koyrdi hin aftan á og tað endaði við, at hann varð ákoyrdur og slongdur út í grasið.

Hann meiðslaði seg ikki illa, men tá sansaði hann, at hetta var álvari og hann ringdi eftir løgregluni.

Við løgregluna segði hann sagt, at teir høvdu koyrt hann yvir við bili....

Hinir báðir drongirnir steðgaðu á eina løtu, men so koyrdu teir oman aftur til Havnar og lótu ákoyrda dreingin ganga eftir.


Setti lívið í vága

Maðurin, sum koyrdi á drongin varð ákærdur eftir grein fyri púra fyrilitarleyst at hava sett lívið og heilsuna á hinum dronginum í álvarsligan vanda.

Tað var ógreitt um drongurin varð ákoyrdur við vilja.

Drongurin, sum var komin við í bilin segði, at tann svartsjúki drongurin koyrdi drongin, sum hevði fylgt gentuni heim, yvir við vilja.

Hann helt eisini, at tað var ófatiligt, at tað ikki hendi størri skaði.

Men ákærin legði dent á, at tað gjørdi ongan mun, tí hann mátti vita, at hann setti lívið og heilsuna á tí ákoyrda dronginum í álvarsligan vanda við fyrst at tvinga hann at eta doyvandi heilivág og fyri síðani at koyra eftir honum.

Ákærin vísti eisini á, at ákærdi koyrdi heilt yvir í vegøkslina í vinstru síðu aftan á drongin og harafturat hevði hann kenning og hevði sostatt heldur ikki nóg gott tamarhald á bilinum.

Ákærin vísti eisini, at kanningar hava víst, at tablettirnar, teir høvdu tvingað drongin at eta, vóru doyvandi.

Hinvegin vísti verjin hjá ákærda á, at talan var um eitt doyvandi evni, sum var so veikt, at tað fekst í hondkeypi og er í sjóverkstablettum. Hann helt heldur ikki, at tað var prógvað, at hann var fullur.

Hinvegin hevur ákærdi viðgingið fyri løgregluni at hann hótti offrið og at hann gav honum heilivág fyri at doyva hann.

Hann hevur eisini viðgingið, at hann koyrdi aftan á hann, men hann tvíheldur um, at tað var eitt óhapp, at hann varð ákoyrdur.

Maðurin varð eisini ákærdur fyri tveir tilburðir av harðskapi og fyri at hava roynt at burturbeina próvtilfar í einum øðrum máli.


Tveir mánaðir

Dómari gav ákæranum viðhald í øllum ákærum og dømdi hann at sita í fongsli í tveir mánaðir.

Dómarin helt ikki, at tað var prógvað, at drongurin varð ákoyrdur við vilja.

Hinvegin varð tað prógvað, at ákærdi hevði ætlað at doyvt hin við heilivági og tað var heilt óhugsandi, at hann ikki visti hvussu stóran vanda, hann setti offrið í við at koyra eftir honum tá ið hann harafturat hevði drukkið ov nógv til at koyra bil.

Hann varð eisini dømdur at missa koyrikortið í eitt ár og at betala 5000 krónur í bót.

Hann hevur áður mist koyrikortið fleiri ferðir, so nú far hann tað ikki aftur fyrrenn á vári í 2015.