Fyri fyrstu ferð í hundrað ár hevur skógspurvur átt í Føroyum.
Silas K. K. Olofson, sum er fuglaáhugaður greiðir frá, at sjáldsamir ferðafuglar við hvørt leggja leiðina fram við Svínoynni, men hesaferð var nakað enn sjáldsamari á vási. Tveir skógspurvar (Passer montanus) vóru at síggja Uppi á Váli.
- Skógspurvur er bert skrásettur í Føroyum sjey ferðir seinastu 50 árini, so bara tað at síggja ein skógspurv var sera áhugavert. At tveir vóru saman gjørdi tað bert enn stuttligari. Skjótt gjørdist tað tó greitt, at talan var um ein unga og ein foreldrafugl og m.a. sást, hvussu ungin biddaði og fekk føði frá foreldrafuglinum, greiðir hann frá.
Ungin er so mikið nýliga floygdur, at tað er ósannlíkt, at hann og ein foreldrafuglur eru flogin til Svínoynna frá einum øðrum landi. So alt bendir á, at eitt par av skógspurvum hevur átt í Svínoy í summar.
- At hetta júst hendi í Svínoy er kanska ikki so løgið. Fyri tað fyrsta liggur oyggin so mikið eystaliga, at nógvir ferðafuglar, sum villast út yvir havið enda á oynni. Fyri tað næsta er ongin ketta ella rotta á oynni. Hetta ger, at t.d. spurvar og músabróðir eru til staðar í nógv størri nøgdum enn á oyggjum, har kettur og rottur liva og gera seg inn á smáfuglin, sigur Silas K. K. Olofson.
Skógspurvur hevur átt í Føroyum áður. Fra 1866 til umleið 1910 var ein lítil stovnur í Skúvoy og teir hava eisini átt millum annað í Tórshavn í 1888. Á heysti í 1960 vóru 10-15 fuglar at síggja í Sumba, men um teir reiðraðust har er ikki staðfest við vissu.
Sostatt er skógspurvurin í Svínoy tann fyrsti, sum eftir øllum at døma hevur átt í Føroyum í meir enn 100 ár, sum menn vita um.