Sjáldsama breið semja um fíggjarlógina í Danmark

Allir flokkar á Fólkatingi uttan Eindarlistin er samdir um avtalu um fíggjarlóg fyri 2024, skrivar danska fíggjarmálaráðið

 

Í morgun klokkan 9.30 verður tíðindafundur í Fíggjarmálaráðnum í Danmark, har avtalan um fíggjarlógina fyri 2024 verður løgd fram.

Tað upplýsir ráðið í tíðindaskrivi í morgun.

Umframt Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharra, verða eisini Sophie Løhde, innanríkis- og heilsumálaráðfrú, Jakob Engel-Schmidt, mentamálaráðharri eins og SF, Danmarksdemokratarnir, LA, Konservativi Flokkurin, Radikali Vinstri, DF, Alternativi og Nýggju Borgarligu.

Tað eru nógv ár síðani, at so nógv flokkar hava verið samdir um eina fíggjarlóg í Danmark.