Sjóverjan fer í vatnkríggj

Leygardagin verður Føroya Sjómannadagur í Klaksvík, og hetta fara vit at síggja meira til á Portalinum, sum dagarnir ganga.

Fríggjakvøldið verður tað stóra kvøldið hjá børnum. Tá verður fiskikapping á Kósabrúnni, fløskupostar verða kastaðir í Kalsoyarfirði, og fríggjakvøldið verður eisini stórt vatnkríggi inni á vánni.

Fyrireikararnir av Føroya Sjómannadegi vita at siga, at manningin á danska sjóverjuskipinum, Hvidbjørnen, bæði hevur hug at verða við í vatnkrígnum, eins og manningin vil togtogast við føroyskar skipsmanningar á Føroya Sjómannadegi.

Myndina eigur Dávur Winther.