Sjóvar kommuna hevur fingið nýtt búmerki

Tað er Sjúrður Højgaard, sum hevur teknað nýggja búmerkið

Sjóvar kommuna hevur fingið nýtt búmerki, og hetta er eftir, at kommanan seinasta summar skrivaði út búmerkjakapping. Inn komu heili 59 uppskot, og vinnarauppskotið átti KREA, og tað er Sjúrður Højgaard, sum hevur teknað nýggja búmerkið.


Hetta varð hátíðarhildið í bygdarhúsinum á Strondum leygardagin 15. desember.  Hátíðarløtan byrjaði við, at Artur Johansen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin. Síðani sang Hanus G. Johansen nakrar sangir, áðrenn Pole J. Hansen, varaborgarstjóri og formaður í trivnaðarnevndini, helt eina røðu, har hann greiddi frá tilgongdini at velja nýtt búmerki.

Eftir røðuna hjá Pola, var løtan komin at avdúka nýggja búmerkið. Pole, saman við hinum limunum í trivnaðarnevndini, Jákup Berthelsen og Anfinn Gærdum, stóðu fyri avdúkingini. Pole handaði síðani vinnarinum av búmerkjakappingini, KREA, ein kekk uppá kr. 20.000, og var tað maðurin, ið hevur teknað nýggja búmerkið, Sjúrður Højgaard, ið tók ímóti.


Tá búmerkið var avdúkað, varð bjóða til kaffi, har millum annað tríggjar flottar køkur við nýggja búmerkinum á, vóru settar inn á borðið, og meðan fólk fingu sær okkurt at eta og hugdu eftir nýggja búmerkinum, sang Hanus G. Johansen aftur nakrar sangir.

Nýggja búmerkið sæst á myndini omanfyri.