TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við trímálsskjúttan, Sjúrður Olsen aftaná Sjúrður og liðfelagarnir á føroyska U21 landsliðnum høvdu vunnið 31-25 (17-16) á Ísrael.
Vestmenningurin staðfestir, at føroyska liðið var væl fyrireikað til uppgávuna. Tað haltaði eitt sindur ta fyrstu løtuna, men annars heldur Sjúrður Olsen, at tað gekk væl hjá føroyska liðnum í kvøld.
Sjúrður Olsen viðgongur, at tað var eitt sindur torført at lenda aftaná sigurin ímóti sterka sveisiska liðnum ígjár, men menn fingu rættiliga skjótt savna tankarnar aftur og fokuserað uppá uppgávuna ímóti Ísrael.
Nú verður farið í svimjihylin, og so heim í song. Og so verður fult fokus á tann alt avgerandi dystin ímóti Finnlandi, sum byrjar klokkan 17 í høllini á Hálsi í Havn.
Hilmar Jan Hansen sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2.