Nýggi fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldinum ætlar at kasta seg yvir fólkatingsarbeiði og røkja tað sum eitt fulltíðarstarv
- Eg havi sagt tað so ofta fyrr, og eg sigi tað nú, og eg fari altíð at siga tað, at tað ber ikki til at sita í løgtinginum og fólkatinginum í senn. Bæði størvini eru fulltíðarstørv, og so eru tey í hvør sínum landi.
So greiður er Sjúrður Skaale, sum fyrsta dagin verður fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi.
Hann er nývaldur løgtingsmaður, og hann er nummar trý á fólkatingslistanum hjá Tjóðveldinum.
Høgni Hoydal, sum er valdur fólkatingsmaður, fer í farloyvi nú, hann er vorðin landsstýrismaður. Annita á Fríðriksmørk, sum er næst á listanum er við barn og kann ikki flúgva, tí hon skal eiga í næsta mánaði. Hon sigur, at hon fer í farloyvi frá nú av og til juni, tá Fólkatingið fer í summarfrí. Tá tekur hon sæti aftur. Sostatt verður Sjúrður Skaale bert fólkatingsmaður fram til summarfrítíðina.
- Eg sigi tingsessin frá mær beinanvegin og kasti meg yvir fólkatingsarbeiðið, sigur Sjúrður Skaale, sum ikki hevur tosað við floksfelagarnar um tað enn og tískil ikki veit, hvussu leingi hann skal sita í Fólkatinginum.