Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, fer nú á fund við danska uttanríkisráðharran, Villy Søvndal.
Har skulu teir báðir umrøða páhaldið um, at amerikanarar, ólógliga og í loyndum, hava flutt fangar við flogfari í føroyskum loftrúmi.
Sjúrður Skaale heldur, at yvirskipað kunnu vit ikki góðtaka, at vit onki fáa at vita.
Men í morgun er komið fram, at nú skal kanning setast í verk um loyniligur fangaflutningur hevur verið ígjøgnum grønlandskt loftrúm.
Tá ið Villy Søvndal var í andstøðu, koyrdi hann á donsku stjórnina at fáa hesi viðurskifti kannað, men nú hann er blivin uttanríkisráðharri, hevur hann fullkomiliga hálsað um.
Hetta hevur ført til harðar atfinningar úr Grønlandi og nú er so ein semja gjørd, har Dansk Institut for Internationale Studier, DIIS, skal gera kanningina.
Hetta er ikki tann djúptøkna kanningin, sum tosað hevur verið um nakrar ferðir, har kravt verður, at allir amerikanskir upplýsingar verða lagdir á borðið og tí veit Sjúrður Skaale ikki, hvussu umfatandi hon er.
Men sambært donskum miðlum er ikki væntandi, at vit fara at vera stórt klókari.
Men nú grønlendsku viðurskiftini verða kannað í hesum sambandi fer hann at umrøða málið við danska uttanríkisráðharran við atliti at lata hana umfata Føroyar eisini, tí hann heldur ikki, at tað kann góðtakast, at málið verður slept.
Hinvegin ásannar hann eisini, at tað verður tórført.
- Tað tók áratíggjur at fáa nakað innlit í tiltiknu Thule-gøluna. Hetta visir bara, at tá ið amerikanska hernaðarvaldið leggur lok á eitt mál, er at kalla ógjørligt at lyfta lokið av aftur, sigur Sjúrður Skaale.