Leygardagin hevði sosialráðgevarafelag Føroya aðalfund. Nýggj nevnd var vald og hon skipaði seg sama dag við Sjúrði Johannesen sum formanni, Marjun Berg næstformanni og Ebbu Parker Øre sum kassameistara. Sum varalimir vóru vald Oda Jóhansdóttir og Lene Rauff Nielsen. SRF er ein áhuga felagsskapur fyri sosialráðgevara, sum í løtuni telur 40 limir. Felagið hevur verið sera virkið í 2010 har dentur hevur veri lagdur á skeiðsvirksemið fyri limir, ráðgeving til myndugleikar í sosialpolitiskum avgerðum og at røkja tað norðurlendska sosialráðgevara samstarvið í NSSK. Tað eru serliga Ísland og Danmark, sum SRF hevur tætt samstarv við í løtuni.
SRF er av NSSK biði um at kanna møguleikan fyri einum norðurlendskum tema degi í Føroyum har fokus skal setast á tað ið danir kalla ?blanket helvedet? Ið merkir at sosialráðgevarar hava torført við at gera meinings fult sosialt arbeiðið grunda á øll ?flugubeinini? og annað kontroll av øðrum slag ið krevst . Mett verður at
Føroyar eru á veg inn í flugubeinaverðina, samstundis sum hini norðanlondini royna at koma úr henni.
Úr Íslandi er áheitan komin um at hjálpa til við eini risa ráðstevnum í august 2011. Ráðstevnan ber heitið: ?Welfare and professionalism in Turbulent Times? vantandi vera fleiri 1000 luttakarar á ráðstevnuni í Íslandi.
Á aðalfundinum var heitt á nevndina um at vera meira sjónlig í tí sosialpolitisku debattini í Føroyum og hevur nevndin sett sær fyri at taka hesa áheitan til eftirtektar.










