Sjúrður er føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur hansara vóru Tomasia og Petur Rasmussen. Sjúrður hevur fýra systkin, tey eru tvíburasysturin Sólrun, Marin, Petur Sigurd og Martha.
Sjúrður, sum er útbúgvin skipsførari, sigldi hjá Mærsk í umleið 10 ár, áðrenn hann fór í starv hjá Fiskasøluni sum sølumaður, har hann gavst í ár, eftir 35 ár í starvi.
Sjúrður hevur nógv ítriv. Honum dámar ógvuliga væl at dansa og er limur í bæði Dansifrøði og Tøkum lætt. Á kvøldskúla lærir hann at skera í træ, og hevur hann gjørt nógvar grindaknívar og fjallstavar. Eisini hevur hann í fleiri ár spælt dart saman við vinmonnum fyri ikki at gloyma allar sunnudagarnar, tá Sjúrður er í Gundadali fyri at stuðla HB, har hann hevur staðið í øllum veðri og selt atgongumerkir.
Sjúrður eigur 4 børn, tey eru Ingi, Birgit, Kári og Heri. Harumframt hevur hann 9 abbabørn.
Dagurin hjá Sjúrða verður hildin leygardagin tann 3. november í kantinuni hjá PM heilsølu, Hoyvíksvegur 74, har øll eru hjartaliga vælkomin milum kl. 10 og 15 til brunch.
Góðu Sjúrður og Sólrun, vit ynskja tykkum hjartaliga tillukku við degnum.
Heilsan familjan