Dulvendi faldarin, ið sendur var út til borgarar í Tórshavnar kommunu í gjár, er enn eitt heitt evni. Blaðið, ið er sent dulnevnt, er ein anti-kampanja ímóti sitandi meirluta í býráðnum, við serligum atliti til Heðin Mortensen og Sjúrða Olsen.
Nógv hevur verið gitt um hvør er avsendari. Øll eru mestsum samd um, at hetta slagið av politiskum kampanjum er ófrættakent og ríður niðarliga, men eingin hevur enn kunna sett navn á upphavsfólkið. Tí eru gitingar farnar fram.
Havnar Framburðsfelag sendi eitt skriv út í gjárkvøldi, har tey tóku frástøðu frá skrivinum. Nú ger Sjúrður Skaale tað sama. Hann sigur seg hava verið undir illgruna at hava skriva blaðið.
Sjúrður Skaale finst at teimum, ið hava sett blaðið upp, prenta tað og sent tað út í húsini. Hann sigur, at tað skuldi ikki verið loyvt at sent slíkt tilfar út dulnevnt og at tað ongantíð skuldi havt møguleika at sleppa út.
Lesararbrævið kann lesast her: Gunvá steinaði Heðin!