Ein dómstólur í Washington hevur dømt somaliska sjórænaran Ibrahim 30 ára fongsul fyri at hava verið við til at ræna danska farmaskipið CEC Future. Seinni royndu hann og nakrir aðrir at ræna eitt amerikanskt skip, men tað miseydnaðist, og Ibrahim varð tikin.
Tað var í 2008, at Ibrahim og felagar hansara rændu CEC Future, og í 71 samdøgur høvdu teir manningina sum gíslar. Ikki fyrr enn reiðaríið hevði rindað níggju milliónir krónur í loysigjaldi, varð manningin latin leys.
Per Gullestrup, sum er reiðari á CEC Future, sigur við donsku fjølmiðlarnar, at hann vónar, at hinir menninir, sum rændu skip hansara, verða funnir og revsaðir.










