Somaliskir sjórænarar hava rænt handilsskipið Beluga Fortune, sum týska reiðaríið Beluga Shipping GmbH eigur.
Felagið, sum heldur til í Bremen, sigur við týsku tíðindastovuna DPA, at skipið sendi neyðarkall í dag. Síðani hevur reiðaríið ikki hoyrt frá skipinum, men hildið verður fyri vist, at sjórænarar hava tikið tað.
Einki verður sagt um, hvussu stór manningin er, at men sambært DPA eru tveir týskir ríkisborgarar umborð.
Tað rænda skipið, sum siglir undir flagginum hjá Antigua, var statt einar 1.200 fjórðingar eystan fyri kenyanska havnarbýin Mombasa, tá tað sendi neyðarkall. Skipið var á veg úr Sameindu Arabisku Emiratunum til Suðurafrika.
Uttanríkisráðið í Berlin sigur í kvøld, at tað hevur skipað ein kreppubólk, sum tekur sær av sjóráninum.