Somalisku sjórænararnir, sum halda til eystan fyri afrikonsku strondina, hava aftur gjørt um seg. Altjóða herflotadeildin, sum roynir at verja skipaferðsluna í økinum, sigur, at sjórænararnir hava tikið eitt japanskt skip, sum er skrásett í Panama og mannað við 20 monnum av Filipsoyggjunum.
Danska herskipið Esbern Snare, sum er í altjóða herflotadeildini, fekk samband við tað rænda skipið, men skiparin fekk bara stundir at siga frá, at skipið var rænt.
Japanska felagið, sum eigur tað rænda skipið, hevur fingið at vita frá sjórænarunum, at teir vilja hava loysigjald fyri at sleppa skipinum og manningini.
Ein talsmaður fyri myndugleikarnar í Japan sigur, at skipið, sum eitur Izumi, var á veg úr Singapore til Mombasa í Kenya, tá tað varð rænt.