Sjórænarar fingu lívlangt fongsul

Í USA hevur ein dómstólur dømt fimm sjórænarar lívlangt fongsul og 80 ár afturat, tí teir søktu at einum amerikonskum herskipi úti fyri eysturafrikonsku strondini í fjør. Teir fimm menninir, sum eru úr Somalia, vórðu sømdir sekir longu í november, men sjálv revsingin varð ikki ásett fyrr enn í dag.

Tá menninir komu fyri rættin í Virginia í november, vórðu teir funnir sekir í at hava søkt at herskipinum USS Nichols, sum var farið í somaliskan sjógv at forða sjórænarum at leypa á handilsskip.

Samstundis sum teir fimm fingu endaligan dóm í dag, er amerikanska dómsvaldið farið undir eitt mál ímóti 14 monnum, sum eru ákærdir í sambandi við eitt sjórán í februar, ið kostaði fýra amerikonskum stuttleikasiglarum lívið.