Sjúrðarberg seldur av landinum

Reiðarin sigur nýggja fiskivinnulóggávan er orsøkin til søluna

JFK hevur í dag selt føroyska trolaran Sjúrðarberg til russar. Tað skrivar Norðlýsið, ið upplýsir at søluprísurin var 41 milliónir krónur.


Tað er Hanus Hansen, reiðari í JFK, ið hevur váttað fyri Norðlýsinum, at skipið er selt og verður handað nýggju eigarunum hóskvøldið.


Norðlýsið endurgevur eisini reiðaran fyri at siga, at nýggja fiskivinnulóggávan er beinleiðis orsøkin til, at Sjúrðarberg nú er seldur.


- Við nýggju fiskivinnulóggávuni er ikki møguligt longur hjá okkum at hava tvey skip í Barentshavinum, sigur Hanus Hansen við Norðlýsið.



in.fo hevur fingið eina viðmerking frá reiðaranum, ið ber til at lesa um eina løtu.