Sjúrðarberg fer næsta túrin

Nýumvældi trolarin, sum JFK trol nú rekur, fer nýggjan túr í vikuskiftinum. Tá fer hann undir polskum flaggi til Svalbard

Ólavur Kjølbro


Nakað eftir midnátt, í gjár fyri tveimum vikum síðani, kom Sjúrðarberg á Klaksvík við knøppum 500 tonsum av heilfrystum botnfiski úr Barentshavinum. Túrurin hewvði vart í 74 dagar. Teir fóru av Klaksvík 20. juni og vóru aftur 2. september. Veiðan varð løgd upp á Kósini og verður seld í fríari sølu. Tað mesta fer til føroysk virki, men tann smæsti fiskurin fer ivaleyst av landinum. Tað verður roknað við, at virðið á lastini er um seks milliónir krónur. Manningarparturin verður mettur at vera einar 80?90 túsund krónur. Sjúrðarberg var upprunaliga og verður framvegis roknaður sum rækjutrolari, og tað hevur við sær, at býtisprosentið til manningina er ikki eins høgt, sum tað er hjá flakatrolarunum. Manningin henda túrin var 16, og skipari var Ólavur Biskupsstøð, sum annars er annar av skiparunum á Skálabergi.


Fyrsta toskalastin

Sjúrðarberg er gamli Gilstón, sum frammanundan eisini hevur itið Olympic Champion og Karina. Báturin var fyrr í ár umvældur fyri tólv milliónir krónur. Sum skilst, so var skipið ikki í serliga góðum standi, tá nýggju eigararnir lótu skipið umvæla. Gomlu eigararnir av Gilstón eiga framvegis eitt sindur í bátinum, men nógv tann størsta partin eigur eitt felag, sum er knýtt at JFK-Trol, sum eisini rekur trolaran.

Í sambandi við umvælingina, sum varð gjørd á skipasmiðjuni á Skála, umbygdu teir trolaran, soleiðis at hann nú umframt at vera rækjutrolari eisini kann royna eftir botnfiskasløgum. Síðsta túr høvdu teir rækjutrolið við, men tað var ongantíð sligið uppundir. Teir royndu bara við botntrolinum, og veiðan var fyri tað mesta toskur.

Hetta kvøldið, tá skipið kom inn eftir vánni í Klaksvík, var hann øgiliga tungur framman, sjálvt um lastirnar ikki vóru fullar. Fulllastaður við rækjum verður sagt, at skipið tekur 400 tons. Men toskurin stúvast nógv betri enn rækjurnar. So mikið betur, at ovara lastin var ikki full hesa ferð. Teir tordu ikki at fiska meiri, tí vandi var fyri, at skipið fór at hella ov nógv í stýriborð, tí ovara lastin er í tí borðinum. Hetta hevur ongantíð verið nakar trupulleiki, tá ið skipið hevur fiskað rækjur.

Ein av dekkarunum segði, tá ið teir vóru komnir á Klaksvík, at heimferðin hevði verið buldralig. Hann helt, at um ovara lastin hevði verið full, so kundi tað verið eitt sindur trupult, tí skipið setti so djúpt. Áðrenn teir fóru at sigla heim hevði veðrið verið av tí allar fagrasta.


Nýggjan túr

Fyrst í hesi vikuni var ætlanin, at Sjúrðarberg skuldi fara nýggjar túr síðst í hesi vikuni. Kanska fer hann avstað eftir midnátt í kvøld (tað kemur ikki fyri, at langfararskip sigla fríggjadag), ella fer hann avstað seinni í vikuskiftinum.

Eftir sum vit hava skilt, so fer Sjúrðarberg undir pólskt flagg, nú hann fer avstað aftur. Ætlanin er at fiska av pólskari toskakvotu við Svalbard. Skálaberg gjørdi í 1997 eina roynd undir pólskum flaggi, men vit skilja, at úrslitið var eitt sindur misjavnt.

Sjúrðarberg eigur eisini lut í føroysku rækjukvotunum, men tað er óvist, nær teir fara at royna eftir rækjum. Sjúrðarberg er ivaleyst einasta skip í føroyska flotanum, ið er í tí serstøðu, at teir møguleika fyri og hava loyvi til bæði at royna eftir rækjum og toski.


Skal kanska skiftast út

Norðlýsið visti at siga síðsta fríggjadag, at Sjúrðarberg møguliga skal býtast um við annað størri skip úr Noregi. Norðmenn vóru í Klaksvík og hugdu at skipinum í síðstu viku, og vit fingu eisini at vita, at stjórin í JFK?Trol, Hanus Hansen, var í Noregi og fundaðist um hetta í síðstu viku, men vit skilja, at tað verður í hvussu so er ikki akkurát nú, at ein sovorðin handil kemur í lag, og tí fer Sjúrðarberg nýggjan túr.

Prinsipielt standa øll skip altíð á sølulista, men fyri at ein søla skal koma uppá tal, so skal boðið vera gott. Skipari, nú Sjúrðarberg fer til Svalbard at royna eftir toski, verður Óli Sørensen av Viðareiði.