Sjónvarpssendarin gingin fyri

Einki signal fæst úr sendaranum hjá Sjónvarpinum, og tí er einki at síggja á Sjónvarpi Føroya Trupulleikar hava verið við høvuðssendaranum í allan dag.

Hans Andor Johannesen, tekniskur leiðari, sigur, at høvuðssendarin er gingin fyri. Tí var tað bert ein lítil partur av havnarfólki - tey sum búgva nærhendis Sjónvarpinum - og televarpshyggjarar kring landið, sum sóu móttøkuna í Tinganesi, tá landsstýrið varð skipað.

- Men síðani hava vit gjørt av at steðga við sendingum. Tí tað gevur ikki meining, um stórur partur av landinum ikki verður rokkin kortini, sigur Hans Andor.

Og sum vera man harmast hann støðuna, sum nú er íkomin.

- Vit hava ávarað um hetta fleiri ferðir í fleiri ár. Útgerðin er gomul og slitin, og uttan neyðugu játtanina til viðlíkahald var væntandi, at sendarin kundi ganga fyri. Teknikarar hjá Føroya Tele kanna í løtuni, hvat er galið við sendaranum, men seinast eg frætti, høvdu teir framvegis ikki funnið brekið, sigur tekniski leiðarin hjá Kringvarpinum.