Sjónvarpskvinnur við pensli og máling

Tær eru starvsfelagar í Sjónvarpi Føroya og tær hava sama frítíðarítriv. Komandi viku verða verturin og fotografurin, Eir í Ólavsstovu og Bjørg Mohr Andresen, at síggja á felags listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði

Uttan iva hava fólk, sum arbeiða við sjónvarpi, eitt serligt eyga fyri slíkum, sum kann skapa áhugaverdar myndir. Ella er tað kanska púra av tilvild, at tær báðar Eir í Ólavsstovu og Bjørg Mohr Andersen, sum dagliga eru starvsfelagar í Sjónvarpi Føroya, báðar fáasta við at mála og hava valt at hava eina listaframsýning - saman? Bæði og. Serliga eygað fyri litum og kompositiónum letur seg ikki fjala í myndunum, men heitið á framsýningini "Títt og mítt" er ein rættiliga avgjørd tilsiping til, at nógv veldts um eygað, ið sær ...
Tær reyðu og hinar
Eir kenna vit frá ymsum send-ingum og beint nú sum vert í Mentanartíðindum, har Bjørg er ein av teimum, hinumegin myndatólið. Annars vóru tað eisini tær báðar, sum gjørdu "Hátrýst", sum var eitt slag av ferðavinnutátti í Degi og Viku síðsta summar. Fá munnu vita, at tær eisini hava sama frítíðarítriv, men hví hesa felags framsýn-ingina, sum var at síggja í Smiðjuni herfyri?
- Vit høvdu báðar brúk fyri einum høli og hildu, at hetta kundi verið stuttligt. Men hetta er also ikki ein felags listarlig verkætlan, tí vit hava ikki vitað, hvat hin fór at koma við. Tað sóðu vit ikki, fyrr enn kvøldið fyri ferniseringina, tá vit byrjaðu at hanga myndirnar upp, sigur Bjørg.
Tann avbjóðingin gjørdist uttan iva størri enn væntað, tí mynd-irnar hjá teimum báðum fáa illa verðið meir ymiskar.
- Bjørg eigur tær reyðu, og eg eigi hinar, so tað er vist rættiliga týðiligt, at Bjørg er tann meir stílfulla av okkum báðum, flenn-ir Eir og greiðir frá, hvussu tær leingi royndu seg fram fyri at skapa eina javnvág í framsýn-ingina. Úrslitið gjørdist ein hugtakandi samanseting av teim-um reyðu og hinum, teimum stóru og smáu, hvør um aðra í eini harmoniskari heild, har tað kortini líkasum prutlar undir lokinum og í krókunum.
Skurr við skapi
Myndirnar hjá Eir eru óvanliga litríkar og sum heild glaðar, onkuntíð eitt sindur teknifilms-kendar.
Tær tríggjar myndirnar "Várgardinur" fekk hon íblástur til av storesgardinunum, sum hingu og flákraðu í einum vindeyga, hon gekk framvið, ein av fyrstu várdøgunum. Rørslurnar í gardinunum flyta seg dandandi frá eini mynd til ta næstu, sum vóru myndirnar eisini smá vindeygu.
- Tað kendist sum, at várið kom við vindinum í gardinunum, og tað fekk eg hug at endurskapa uppá onkran máta, sigur Eir og leggur afturat, at hennara myndir sjáldan eru so ætlaðar, sum júst hesar tríggjar vóru frá byrjan.
Myndina "Jazzur" hevur Eir til dømis improviserað seg fram til, meðan hon lurtaði eftir einum jazzlag á eini skrattandi, gamlari og stemningsfullari upptøku. Kláru litblettirnir eru eitt sindur kantutir og minna ikki sørt um skurrið í útvarpstólinum, um skurr kunnu hava skap ...
Málaðir til hølið
Hóast Bjørg vil vera við, at hon ikki hugsar serliga nógv um, hvørt hennara myndir eru málaðar listarliga og tekniskt "rætt", so sæst beinanvegin, at hon hevur meir enn bara vanligt innlit í samanbandið millum litir og myndakompositionir. Ráðandi litirnir í øllum myndunum eru teir somu, djúpt reytt og blásvart, sum tóna inn og út í einum at síggja til endaleysum eksperimenti.
- Eg haldi ikki tað ber til at samanlíkna tað at mála og at arbeiða við einum sjónvarps-kamera, sum eg geri til dagligt. Og tó, eg hugsi nógv í myndum og dámi væl at royna meg fram við ymsum kompositiónum, tónum, ljósi og skuggum, sigur Bjørg, sum eisini hugsar um, hvar málningarnir skulu hanga, meðan hon málar. Hesir málningarnir eru ikki bara gjørdir til júst hesa framsýningina. Bjørg hevur eisini havt hvítu veggirnar í Smiðjuni í Lítluvík í huga og givið sær far um, hvussu ljós og skuggar falla í hølinum, so rúm og myndir arbeiða saman.
Pláss fyri hugflognum
Hóast Bjørg ikki hevur tær stóru ambitiónirnar sum listamálari, dugir hon illa at ímynda sær, at hon ikki onkusvegna altíð fer at gera pláss fyri málingini í frítíðini.
- Eg havi altíð teknað og í familjuni eru jú fleiri listamálarar, so tað kennist nátúrligt at hava tað sum frítíðarítriv, sigur Bjørg
Eir dylur hinvegin ikki yvir, at hon framvegis hevur ein dreym um at fara á listaskúla einferð.
- At mála hevur havt mín heilt stóra áhuga, síðani eg var heilt ung, og eg havi eisini tikið okkurt skeið. Men eg vildi ynskt, at eg hevði betri tíð til tað, sigur Eir.
Hví tær mála? Tí tær halda uppá, at tað eigur at vera pláss fyri skapanargleðini, fyri hugflognum í einum stressaðum gerandisdegi og fyri at sleppa at vísa tað fyri øðrum - eisini uttan at tað altíð nýtist at vera eitt so øgiliga djúpt og væl umhugsað endamál við tí.
Komandi viku verður framsýningin "Títt og Mítt" at síggja í Ribarhúsi í Fuglafirði