Leygardagin 6. september hevði Sjónvarp Føroya sett beinleiðis sending á skránna frá EM-undandystinum millum Skottland og Føroyar. Sum øllum kunnugt, ið settu seg at hyggja leygardagin, eydnaðist sendingin ikki.
Tøkniliga orsøkin til vánaligu sendingina var tann, at signalið frá fylgisveininum, ið sent var um, var ov veikt.
Sjónvarp Føroya hevði lagt nógv fyri peningiliga og manningarliga fyri at vera til staðar í Skottlandi og lata føroysku hyggjararnar vera við, tá dysturin fór av bakkastokki. Men hetta miseydnaðist orsakað av tøkniligum trupulleikum.
Sjónvarp Føroya gevur øllum hyggjarum sínum eina treytaleysa umbering fyri ta vánaligu tænastu, ið vit veittu leygardagin.
Øll viðurskifti kring sendingina verða nú kannað og øll neyðug stig fara at verða tikin til tess at tryggja, at tað sum hendi leygardagin, ikki endurtekur seg í framtíðini.










