Sjónvarpið sendir kortini

Sjónvarp Føroya boðar á heimasíðuni frá, at teir fara at senda frá landsdystunum hjá Føroyum móti ávíkavist Litava og Fraklandi. Tað vóru annars mong, sum saknaðu dystirnar, tá skráin hjá Sjónvarpinum varð prentað. Nú framgongur tó av heimasíðuni, svf.fo, at dystirnir kortini verða sendir. Dysturin móti Litava verður nú leygardagin, og mikukvøldið verður so spælt í Souchaux í Fraklandi.