Í greinini stendur at í gjár (mánadagin 2. apríl), trýsti Torbjørn Poulsen, landsstýrismaður, á ein knøtt á einum tóli hjá P/F Elektron, og vit fingu samtíðarskatt. Starvsfólkini hjá Elektron høvdu arbeitt hart fyri at fáa skipanina klára til 1. apríl.
Undir hátíðarhaldinum hildu m.a. Helgi Fossádal frá Elektron og Pauli Ellefsen, løgmaður, røðu.
Týskvøldið 3. apríl kl. 20 sendi Sjónvarp Føroya sína fyrstu royndarsending, sum m.a. var frá hátíðarhaldinum tá ið samtíðarskattaskipanin var tikin í nýtslu.
Sjónvarpsfeløgini kring landið høvdu fingið boð frá landsstýinum um at sløkkja sínar sendarar tann 1. apríl, tá Sjónvarp Føroya tók yvir.