Sjónvarpið í nýggjum hami

Samstundis sum nýggja studiið hjá Sjónvarpi Føroya verður tikið í nýtslu, fer SvF at senda Dag og Viku fýra ferðir uvikuna. Fyrsta vikan verður nógv merkt av politisku støðuni upp undir fólkatingsvlaið

 

Sjónvarp


Sjónvarp Føroya sendir nú Dag og Viku fýra ferðir um vikuna. Fyrsta vikan, Sjónvarp Føroya sendir tíðindi úr nýggjum hølum, verður rættiliga nógv merkt av politikki.

Sjónvarp Føroya byrjaði í gjárkvøldið at senda Dag og Viku mánakvøld. Við hesum verða fýra sendingar um vikuna. Hinar tríggjar fara at liggja tær vanligu tíðirnar, týskvøld, hóskvøld og fríggjakvøld klokkan 20.00, sigur Øssur Winthereig, tíðindastjóri í Sjónvarpi Føroya.

Tað er Tine Rygum, sum er donsk, ið hevur skapt nýggja studiið hjá Sjónvarpi Føroya. Hon hevur millum annað eisini gjørt pallmyndirnar til donsku undirhaldssendingarnar "Den store klassefest" og "Venner for livet" hjá TV2, sum eisini verða vístar í SvF.


Dagur og Vika

Nýggja studiið hjá Sjónvarpi Føroya fer fyrst og fremst at verða nýtt til Dag og Viku, umframt tær kjaksensignar, sum vanliga plaga at verða sendar úr D&V studiinum.

Dagur og Vika fara at verða send fýra ferður um vikuna, mánakvøld, týskvøld, hóskvøld og fríggjakvøld klokkan 20.00, og verður hvør sendingin umleið 20 minuttir.

Mikukvøld verður sendingin "" send klokkan 20.00, og beint eftir hana kemur sendingin "Grannar okkara" sum ein sjálvstøðug sending.

Aðrar ískoytissendingar verða eisini fluttar. Eitt nú verður "Breddin" fluttur til mánakvøld, og "Globus" verður send týskvøld, sigur Øssur Winthereig.


Politikkurin

Sum vera man verður hendan fyrsta tíðindavikan í nýggja studiinum nógv merkt av, at fólkatingsval er um eina viku.

Fimm politiskar kjaksendingar verða sendar beinleiðsi úr nýggja studiinum. Tann fyrsta var í gjár, og vóru luttakaranir har Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin. Katrin Petersen var vertur. Hon og Øssur Winthereig fara at býta hesar kjaksendingarnar sínámilum.

Øssur Winthereigh sigur, at sendingarnar eru skipaðar soleiðis, at tveir flokkar verða settir upp móti hvør øðrum. Býtið er ikki gjørt við lutaskasti, sum annars ofta plagar at vera vanligt, uttan at Sjónvarpið sjálvt hevur sett flokarnar saman.

Fyrsta sendingin, sum var í gjár, var millum teir flokkaranar, sum í løtuni hava sess á Fólkatingi, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin.

Í kvøld verða luttakararnir Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, sum verða roknaðir sum teir báðir mótpolarnir í føroyskum politikki, tá hugsað verður um støðuna mótvegis Danmark, sigur tíðindastjórin í Sjónvarpi Føroya.

Í annaðkvøld verða tað Miðflokurin og Fólkaflokkurin, sum fara at kjakast, meðan Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin eiga tørn hóskvøldið. Seinasta kjaksendingin upp undir fólkatingsvalið verður fríggjakvøldið millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.

?Býtið er gjørt soleiðis, sigur Øssur Winthereig, at teir fýra stóru flokkarnir sleppa tvær ferðir í part í studiið, meðan teir báðir smáu bara sleppa einaferð hvør.

Eisini mánakvøldið verður sent í samband við fólkatingsvalið. Tá verður samsending um fylgisvein við danskt sjónvarp, sigur Øssur Winthereig.

So er tað týskvøldið í næstu viku, sum er sjálvt valkvøldið. Tá verður sent úr stóra studiinum í Sjónvarpinum, eins og samband verður við ymisk valstøð í Føroyum og við Christiansborg.

Katrin Petersen fer at vera studiivertur í SvF, har føroyskir politikarar fara at hittast, meðan Øssur Winthereig fer at taka sær av sambandinum við valstøðini og Christiansborg, har Brynhild Thomsen fer at vera stødd.

Sum eitt ískoyti til politiksu sendingarnar í Sjónvarpi Føroya nevnir Øssur Winthereig, at undirhaldssendingin "Rangt og Rætt", sum skuldi verið send leygarkvøldið, verður flutt til hóskvøldið í komandi viku. Sostatt verða tvær sendignar við "Rangt og Rætt" í komandi viku.

Orsøkin er, at í sendingini, sum longu er fest á band, luttaka báðir teir núverandi fólkatingsmenninir, Jóannes Eidesgaard og Óli Breckmann. Tí verður hildið óheppið at vísa sendingina nú, og verður tí bíðað, til valið er av, sigur Øssur Winthereig, tíðindastjóri í SvF.