Ferðslutrygd
Hetta er eitt átak, sum Trygginarfelagið annað árið á rað skipar fyri saman við Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
- Hetta er jú ein aldursbólkur, sum er nýggjur í ferðsluni, og tí er umráðandi, at hesi verða hjálpt í gongd á bestan hátt, sigur Brynhild Setberg á Tryggingarfelagnum.
Hon vísir á, at tey á Tryggingarfelagnum í fleiri ár hava havt hug at stuðla undir arbeiðið hjá RFF, og at tey í fjør gjørdu av at royna átakið við endurskinsvestum.
- Og hetta varð sera væl móttikið. Somikið væl, at vit ivaðust ikki í, at vit aftur í ár vildu vera partur av hesum, sigur hon.
Og hon ásannar eisini, at hetta á sín hátt eisini er nakað, sum kann koma Tryggingarfelagnum til góðar.
Hetta er jú ein partur í einum fyribyrgjandi arbeiði. Og tað er væl altíð nakað, sum vit vilja stuðla. Ikki minst fyri tryggingartakararnar sjálvar, tí hóast ein trygging altíð er góð at hava, so er jú best, um tað ikki verður tørvur á hesari, staðfestir hon at enda.