Improvisatiónsteatur er stuttligur sjónleikur, har hvør sýning er bæði frumsýning og endasýning í senn. Tað er teatur uttan leikrit, improviserað í løtuni, sum ein stór avbjóðing bæði fyri sjónleikara og áskoðara.
Improvisatiónsteatrið, eins og teatrið yvirhøvur, hevur sín uppruna í teimum fornu mytunum, gudasøgunum. Burtur úr teimum vóru tær fyrstu teatursøgurnar skaptar.
Ikki fyrr enn við comedia del arte fingu vit ein teaturform, sum rúmkaði um møguleikarnar fyri nýggjari inspiratión. Haðani ganga leiðirnar ymsar vegir líka fram til okkara dagar.
Improvisatiónsteatur, tað sokallaða impro-teatrið, tók seg upp í 1950-árunum við onglendinginum Keith Johnstone á odda, sum kom frá The Royal Court Theatre. Hann gjørdi sær leikbólkin Theatre Machine til endamálið og ferðaðist við honum í 1960-árunum. Seinni gjørdist hann professari í drama í Calgary í Kanada.
Lærari á skeiðnum hjá MáF er danin Bo Krüger, sum er royndur improleikari og undirvísari. Bo er kendur fyri sín stuttliga og energiska hátt at læra frá sær. Hann hevur spælt impro-teatur í yvir 10 ár, og hevur m.a. verið við í donsku bólkunum Lama og De gales division. Hann hevur spælt á Comedy Zoo og í Musikkhúsinum í Århus. Hartil hevur hann eisini verið á skeiði hjá kendum leikarum sum Keith Johnstone og Charna Halpern.
Skeiðið verður hildið mánakvøldið 23. januar frá klokkan 17 til 22 og er ætlað øllum sjónleikaráhugaðum føroyingum yvir 16 ár.
Tú kanst tekna teg hjá MáF á maf@maf.fo ella 315624 í seinasta lagi mánadagin 19. desember 2005 kl. 15.00. Avmarkað luttakaratal.