Sjónleikur sum gevur tær láturkrampa

Seinastu tvær vikurnar hevur Losjan í Gøtu verið stúgvandi full av fólki til heili 15 sýningar av leikinum "Renn fyri vívinum".

Seinastu tvær vikurnar hevur Losjan í Gøtu verið stúgvandi full av fólki til heili 15 sýningar av leikinum, "Renn fyri vívinum". Sýningarnar byrjaðu 4. apríl, og í dag verður seinasta sýning í Losjuni, ið er útseld eins og allar hinar sýningarnar hava verið.

 

At umleið 90 fólk hava verið til hvørja sýning, merkir, at stívliga 1350 fólk hava sæð leikin higartil. Men sjónleikaratoymið endar ikki enn, tí í næstu viku fara tey út í Løkshøll í Runavík at framføra, har fyrsta sýning komandi mánakvøld longu er útseld.

 

- Í ár hava vit valt ein víðagitnan og ómetaliga stuttligan leik, og tað hevur gingið framúr væl, sigur Noomi Reinert, leikstjóri. Hon vísir á, at leikararnir hava verið fantastiskir og ikki føroyingum líkt, so hava fólk keypt atgongumerki í góðari tíð, og tað hevur verið útselt hvørt kvøld, síðan sýningarnar byrjaðu.

 

Tilsamans sjey leikarar eru við í leikinum, og nærum allir búgva ella hava sín uppruna í Eysturkommunu. Tað er Sjónleikarafelagið Losjan, sum skipar fyri leikinum, og hetta er 5. árið á rað, at leikur verður fyriskipaður um hesa tíðina á árinum.

 

Eftir sýningarnar í Løkshøll er ætlanin at fara víðari til Suðuroyar og síðan út til Nólsoyar at framføra leikin.

 

Skemtileikurin um forvirraða taxasjaførin, John Smith, sum er giftur tveimum konum, er í roynd og veru ein klassikari, sum síðan 1983 hevur givið áskoðarum um allan heimin láturkrampar.

 

"Renn fyri vívinum" er ein farsa, har áskoðarin verður sogin inn í eina stuttliga og skjóttgangandi fløkju, sum nakrir av leikarunum royna at loysa, meðan aðrir ganga púra óvitandi. Heimskendi høvundurin, Ray Cooney, skrivaði leikin í 1983, og ígjøgnum ár og dag hevur 'Run for your wife', sum hann eitur á enskum, bæði verið nógv spældur og væl dámdur.

 

Tað veit heimasíðan hjá Eysturkommunu at siga.