Í “Myndaárbókini - árið ið fór 1979” eru myndir frá ymiskum sjónleikum, sum vórðu framførdir tann veturin.
Sjónleikarabólkurin Gríma framførdi leikin “Jeppi á Fjallinum” og “Vit eiga ikki eitt oyra”, Klaksvíkar Sjónleikarfelag framførdi leikin “Ongar blómur á grøvina, takk” og “Hvør er tann seki?”. Í Kvívík varð leikurin “Troytti Tollakur” sýndur, Íróttarfelagið Streymur framførdi leikirnar “Mýrufólkini” og “Tá øll vildu giftast” til frama fyri nýggjan fótbóltsvøll í Streymnesi, í Losjuni í Gøtu varð skemtileikurin “Charles tanta” sýndur, og 2. real í Kommunuskúlanum í Havn framførdi leikin “Jákup á Møn”, sandoyingar framførdu leikin “Høvdingar hittast”, og í Haldarsvík varð leikurin Barsilsstovan framførdur av Haldarsvíkar Ítróttarfelag.