Málið snýr seg um ein sjómann, sum hevur mist koyrikortið vegna rúsdrekkakoyring. Sambært galdandi rættarreglum kunnu hesir dómar roynast umaftur fyri at fáa frádømingartíðina setta niður í eina helvt. Treytin er millum annað, at persónurin hevur verið í eini eftiransingarskipan í í minsta lagi 1 ár, og at eftir-ansingarmynduleikin skjalprógvar, at hann hevur hildið seg edrúan hesa tíðina. Grundað á skjølini, ger fútin síðani tilmæli í málinum, áðrenn tað verður lagt fyri dómsvaldið.
Lýkur ikki treytirnar
Hóast áðurnevndi sjómaður hevur verið í eftiransingarskipanini hjá kriminalforsorgini i 1 ár, sigur Finn Ougaard, fúti, seg ikki kunna mæla til, at maðurin fær viðhald í rættinum. Maðurin hevur nevniliga verið ein túr til skips í eftiransingartíðini, og sambært Finn Ougaard lýkir hann tí ikki treytirnar um eftiransing.
Hetta kann tykjast eitt sindur løgið. Ikki bara tí, tað er lítið sannlíkt, at menn sleppa at ganga fullir, meðan teir eru til skips. Men eisini tí, ein av trupulleikunum eftir øllum at døma er, at skiparar ikki uppfylla krøvini um at virka sum eftiransingarmyndugleiki á jøvnum føti við til dømis læknar og kriminalforsorg á landi. Hetta, hóast ein skipari hevur lógarfestan myndugleika at virka sum bæði lækni, prestur og politistur, tá skipið er burtur.
Í stríð við endamálið
Karin Kjølbro á kriminalforsorgini er ein av teimum, sum virkar sum eftiransingarmynduleiki í slíkum málum. Karin minnir á, at kriminalforsorgin onga beinleiðis ávirkan hevur á dómarnar, sum fella í hesum málum, men hon dylur ikki yvir, at hon heldur viðferðina, sum sjómenn fáa, vera sera óhepna. Ikki bara tí viðferðin er órímilig, men eisini til hon arbeiðir ímóti endamálinum við eftiransingarskipanini.
? Upprunaliga endamálið við eftiransingarskipanini er at tryggja borgaran so væl, sum gjørligt, móti rúsdrekkakoyring, sigur Karin Kjølbro. Kanningar frá øðrum Norðurlondum vísa nevniliga, at eftiransingarskipanin er við til at minka munandi meir um tilburðirnar við rúsdrekkakoyring, enn um fólk í staðin fara inn at sita teir umleið 20 dagarnar, sum er vanliga revsingin í hesum málum.
? At fáa frádømingar-tíðina av koyrikortinum setta niður í helvt er nakað, sum er komið afturat seinni, vísir Karin á. Og tað sigur seg sjálvt, at hesin møguleiki ger eftiransingarskipanina meir lokkandi fyri fólk. Taka vit fyrimunirnar við skipanini burtur, er tað væl skilligt, at fólk í staðin velja at fara inn at sita og harvið fáa tað yvirstaðið. Men kanningar vísa also, at so økist vandin fyri endurtiknari rúsdrekkakoyring eisini munandi. Hetta merkir í grundini, at borgarans trygd verður sett til viks, fyri at halda nakrar reglur, sum enntá eru rættiliga ógreiðar, sigur Karin Kjølbro.










